Mynd av hamburgarabúffum samsvaraði ikki við vøruna í tilboðsblaði

Brúkaraumboðið fekk klagu frá borgara um, at mynd í vikuligum tilboðsblaði hjá einum matvøruhandli ikki samsvaraði við veruligu vøruna, sum var uppá tilboð. Talan var um tilboð við mynd av hamburgarabúffum. 

Avgerð

14. november 2025

Lógargrundarlag

Marknaðarføringslógin § 3

Borgarin metti, at talan var um eina skeiva og villleiðandi lýsing, tí myndin í tilboðsblaðnum vísti á stórar og lekkrar hamburgarabúffar, men teir sum vóru uppá tilboð vóru ikki meira enn 0,5 cm í tjúkt, og vóru sum heild lítlir.

Brúkaraumboðið valdi at taka málið upp, tí mett varð ikki, at myndin gav eina rættvísandi mynd av vøruni, ið lýst varð fyri.

Eftir áheitan frá Brúkaraumboðnum, fór handilin at tryggja sær, at hetta ikki hendi aftur.