Prísbumba í matvøruhandli varð mett sum villleiðandi
Brúkaraumboðið fekk fráboðan frá borgara um ein matvøruhandil, sum marknaðarførdi seg vikuliga við eini sonevndari "prísbumbu". borgarin vísti á, at handilin hevði ymisk tilboð í prísbumbuni hvørja viku, har tað einasta borgarin skuldi gera var at virkja ein virðisseðil áðrenn hann fór til kassan.
Avgerð
23. juli 2025
Lógargrundarlag
Marknaðarføringslógin § 3, stk. 1
Marknaðarføringslógin § 3, stk. 2
Hann vísti á, at vøran var á hillini, men komin til kassan slapp borgarin ikki at keypa vøruna, av tí at hon var útseld.
Brúkaraumboðið setti seg í samband við viðkomandi matvøruhandil, og ynskti eina frágreiðing uppá, hvussu henda prísbumban virkaði. Somuleiðis undraðist Brúkaraumboðið á, hvussu tað kundi koma fyri, at ein kundi tekur eina vøru av hillini, sum er fevnd av prísbumbuni ta vikuna, virkjar virðisseðilin áðrenn hann fer til kassan, men kortini ikki sleppur at keypa vøruna, tí hon er útseld.
Frágreiðingin frá matvøruhandlinum
Handilin greiddi Brúkaraumboðnum frá, at prísbumban hjá handlinum bæði var tíðaravmarkað og nøgdaravmarkað, har handlarnir í somu ketu vikuliga fingu eina ávísa nøgd av vøruni at selja til tilboðsbumbu-prís. Talið av virðisseðlum verður síðan býtt út millum handlarnar, hetta m.a. í mun til, hvussu eftirspurningurin hevði verið vikurnar frammanundan. Harumframt er tilboðið nøgdaravmarkað á tann hátt, at hvør kundi einans kann keypa 2 stk. í part.
Tilboðsbræv verður sent út hvønn týsmorgun, har tilmeldaði hava møguleikan at trýsta á virðisseðilin, og er hann síðan aktivur teir næstu 12 tímarnar. Til ber kortini at keypa vørurnar í prísbumbuni fyri vanligan prís í hesum tíðarskeiðnum.
Handilin vísti á, at orsøkin til, at borgarin nokk ikki hevði fingið vøruna fyri tilboðsbumbu-prís var, at har ikki vóru fleiri virðisseðlar eftir ta vikuna, og tí fekk viðkomandi boð um, at vøran var útseld.
Hetta merkir, at tá virðisseðlarnir eru uppi, so kunnu borgararnir bert keypa vøruna fyri vanligan prís.
Niðurstøðan hjá Brúkaraumboðnum
Brúkaraumboðið vísti á, at í teldupostinum, sum verður móttikin frá handlinum stendur upplýst, “Skunda tær áðrenn útselt verður” og longri niðri stendur “Prísirnir eru galdandi, so leingi vøran er í handlinum”. Brúkaraumboðið skilir hetta sum, at vøran verður seld, inntil eingin vøra er eftir á hillini.
Brúkaraumboðið metti tað tískil vera misvísandi, tí tað framgongur ikki, at tilboðsbumban eisini er nøgdaravmarkað á tann hátt, sum handilin greiddi frá.
Brúkaraumboðið metti tað tískil vera í stríð við § 3, stk. 1, og stk. 2 í marknaðarføringslógini, tí teksturin gav brúkaranum ta fatan, at selt verður inntil vøran er útseld, og ikki inntil ásetta nøgdin av vøruni til tilboðsbumbuprís er útseld.
Brúkaraumboðið heitti tí á matvøruhandilin um at broyta orðingina í teldubrævinum soleiðis, at tað týðiliga framgongur, at talið á virðisseðlunum eisini er nøgdaravmarkað.
Handilin broytti orðingina soleiðis, sum Brúkaraumboðið mælti til, og gjørdi Brúkaraumboðið tí ikki meira við málið.