Skeiv prísseting í handli
Brúkaraumboðið vísti á, at tá prísurin verður marknaðarførdur sum fastur lágur prísur, er útgangsstøðið at brúkarin hevur rætt til at fáa vøruna fyri henda prísin. Brúkarin fekk munin endurrindaðan, sum hann hevði goldið ov nógv til handilin.
Avgerð
29. mai 2024
Lógargrundarlag
Marknaðarføringslógin § 3
Brúkaraumboðið fekk fráboðan frá borgara um skeiva prísskelting í handli.
Talan var um ein matvøruhandil, sum lýsti við blæum frá Rema 1000 til ein fastan lágan prís. Tá borgarin kom í handilin, kundi hann ikki fáa blæurnar til henda prísin, tí talan var um ein feil.
Brúkaraumboðið vísti á í hesum føri, at um upplýsti lágprísurin frá tilboðsblaðnum ikki er rættur, kann talan vera um villleiðandi marknaðarføring sambært § 3 í marknaðarføringslógini.
Brúkaraumboðið vísti sostatt á, at tá prísur verður marknaðarførdur, hevur kundin, sum útgangsstøði rætt til at fáa vøruna fyri henda prís. Um feilur er við prísásetingini, skal hetta rættast so skjótt sum møguligt.
Handilin rættaði hetta mistak beinanvegin og málið endaði við, at borgarin fekk munin endurrindaðan, sum hann hevði goldið ov nógv.