Sølutreyt um ókeypis gjøgnumkoyring í øllum undirsjóvartunlunum var villleiðandi

Tilboð um ókeypis gjøgnumkoyring í øllum undirsjóvartunlum var bert galdandi fyri tveir av teimum fýra undirsjóvartunlunum í Føroyum. Brúkaraumboðið gav átalu fyri brot á § 3, stk. 1 í marknaðarføringslógini.

Avgerð

13. september 2024

Lógargrundarlag

Marknaðarføringlógin § 3, stk. 1

Brúkaraumboðið fekk eina klagu frá einum borgara um marknaðarføringina hjá eini fyritøku. Klagan snúði seg um marknaðarføring av tilboði um óavmarkaða koyring í tunlunum í Føroyum, sum fyritøkan bjóðaði í sambandi við, at kundin leigaði bil frá fyritøkuni. Tilboðið var marknaðarført sum “Unlimited Tunnel Pass”. Av tí, at einki annað var frámerkt ella upplýst í lýsta tilboðnum, helt klagarin, at tilboðið mátti fevna um óavmarkaða koyring í øllum tunlunum í Føroyum. 

Tá ferðin var av, fekk borgarin eina rokning fyri koyring í tunlunum til Eysturoynna og Sandoynna. Borgarin greiddi frá, at hann hevði leigað bústað tætt við Eysturoyartunnilin, og var tilboðið um “Unlimited Tunnel Pass” avgerandi fyri, at hann valdi at leiga bil frá júst hesi fyritøku. Borgarin setti seg tí í samband við fyritøkuna, og greiddi frá støðuni. Fyritøkan upplýsti, at “Unlimited Tunnel Pass” ikki var galdandi fyri Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin. Eftir samskifti millum partarnar viðurkendi fyritøkan, at tað kann ørkymla at tey hava brúkt orðingina “Unlimited”, og at orðingin “Unlimited” tí varð strikað.

Brúkaraumboðið setti seg í samband við fyritøkuna, og vísti á, at fyritøkan hevur ábyrgdina av at tryggja, at marknaðarførda tilboðið er rætt lýst. Eru ávísar treytir ella avmarkingar til tilboðið, eiga hesar greitt at vera upplýstar, soleiðis at kundin ómaksleyst kann gera sær eina meting av tilboðnum. Brúkaraumboðið metti ikki, at tað framgekk greitt av tilboðnum, at talan var um serligar avmarkingar. Harafturat vísti Brúkaraumboðið á, at sambært § 3 í marknaðarføringslógini, mugu vinnurekandi ikki brúka skeivar ella villleiðandi upplýsingar ella leggja burtur týðandi upplýsingar í marknaðarføring av sínum vørum ella tænastum.

Klagarin fekk ikki upplýst áðrenn keypið, at tilboðið einans var galdandi fyri tveir av teimum fýra undirsjóvartunlunum í Føroyum. Fyritøkan brúkti orðingina “unlimited” í lýsta tilboðnum. Tá einki frámerki var, sum greitt vísti, at “unlimited” bert var galdandi fyri ávísar tunlar, so má tað merkja, at tilboðið er galdandi uttan avmarking og fyri allar undirsjóvartunlarnar. 

Niðurstøða
Brúkaraumboðið metti, at marknaðarføringin av tilboðnum “Unlimited Tunnel Pass” hjá fyritøkuni var villleiðandi og ikki í tráð við § 3, stk. 1 í marknaðarføringslógini. 
Fyritøkan fekk átalu fyri hesi brot.