Vinnurekandi var niðrandi í samanbering millum egnar tænastur og tænastur hjá kappingarneyta

Brúkaraumboðið viðgjørdi eitt mál, har ein vinnurekandi hevði eina lýsing í umferð, har samanbering varð gjørd millum egnar tænastur og tænastur hjá øðrum veitarum innan sama øki. í lýsingini var m.a. víst á, hvussu lágt tænastustøðið var hjá øðrum veitarum í mun til tænasturnar hjá tí, sum lýsti. 

Avgerð

30. september 2025

Lógargrundarlag

Marknaðarføringslógin § 5, stk. 2, nr. 1 og nr. 5

Lýsingin varð sett upp soleiðis, at samanbering varð gjørd millum eitt nú prís hjá lýsara, og prís hjá øðrum veitarum. Her sást, at tað var víst á, at nærum allar tænastur sum aðrir veitarar á økinum høvdu at bjóða vóru annaðhvørt avmarkaðar, ógreiðar ella torførar.

Brúkaraumboðið setti seg í samband við fyritøkuna, og vísti á, at samanberandi lýsing er loyvd í ávísum førum, men tað eru sera strangar treytir til slíkar lýsingar. Brúkaraumboðið vísti á, at fyri at samanberandi lýsing skal vera loyvd, so skulu allar treytirnar, sum eru uppreksaðar í § 5, stk. 2 í marknaðarføringslógini vera loknar.

Niðurstøðan

Brúkaraumboðið metti, at talan var um samanberandi lýsing, har víst varð óbeinleiðis til kappingarneytar. Víst varð á, at tað serliga vóru § 5, stk. 2, nr. 1 og 5, sum vóru viðkomandi í hesum føri. Hesar áseta, at lýsingin ikki má vera villleiðandi, og má lýsingin heldur ikki skapa misálit á ella lítismeta kappingarneyta ella vørumerki, fyritøkunavn, onnur sereyðkenni, vørur, tænastur ella onnur viðurskifti hjá kappingarneyta.

Brúkaraumboðið metti, at talan í øllum føri var um brot á § 5, stk. 2, nr. 5, í marknaðarføringslógini, tí at lýsingin niðurgjørdi aðrar kappingarneytar á marknaðinum. Brúkaraumboðið heitti tí á fyritøkuna um at taka lýsingina aftur alt fyri eitt.

Fyritøkan tók lýsingina aftur, og Brúkaraumboðið gjørdi tí ikki meira við málið.