Ofta spurt um villleiðandi marknaðarføring
Villleiðandi marknaðarføring er, tá ein vinnurekandi gevur upplýsingar, sum eru ósannar, ófullfíggjaðar ella sum eru settar fram á ein hátt, sum kann fáa kundan at taka avgerð, hann annars ikki hevði tikið.
Ja. Marknaðarføring kann vera villleiðandi, um týðandi upplýsingar verða fjaldar, eru ógreiðar ella verða skrivaðar við lítlari skrift.
Ja, men bert um tað er satt.
Til dømis má "ókeypis" ikki vera tengt at fjaldum kostnaði, og "tilboð" má ikki vera brúkt, um prísurin í veruleikanum er hin sami sum vanligt.
Ja. Um myndir ella filmsbrot geva eina skeiva fatan av vøruni, til dømis um stødd, eginleikar ella innihald, kann hetta vera villleiðandi.
Dømi um hetta er, um ein mynd vísir eina sofu við høvdapútu og beinskamli fyri ávísan prís, men einki verður sagt um, at høvdapútan og beinskammilin ikki eru við í prísinum.
Tað er altíð ein meting hjá Brúkaraumboðnum í tí einstaka førinum um brot er framt á villleiðandi marknaðarføring, og hvussu stórt hetta brotið er.
§ 3 um villleiðandi marknaðarføring í marknaðarføringslógini er revsiáløgd, og tískil kann tann sum fremur brot á hana verða revsaður við bót.
Ein góð meginregla er:
- at vera greið/ur og erlig/ur
- at upplýsa borgaranum um allar týdningarmiklar upplýsingar
- at spyrja seg sjálvan "Fær kundin eina rættvísa og greiða heildarmynd av vøruni?"
Útsagnir sum t.d “tilboð”, “útsøla”, “nú bert xx kr.”, “-xx %”, “avsláttur” viljað verða mett sum søluátøk, har vøran ella tænastan er niðursett í mun til, hvat hon vanliga verður seld fyri. Tá lýst verður við
niðursettum prísi, skal prísurin verða niðursettur í mun til egnan prís.
Vinnurekandi skulu kunna skjalprógva at hava havt eina ávísa sølu av vøruni ella tænastuni í einum tíðarskeiði, á minst seks vikur, beint undan søluátakinum. Tá talan er um gerandisvørur, er tíðarskeiðið minst fýra vikur.
Ja tað kunnu tey, so leingi tað er greitt hvat prísurin í lýsingini er fyri.
Um ein handil vísir eina mynd av eini vøru og prísur er upplýstur á myndini, skal samsvar vera millum mynd og tekst. Um tað ikki er greitt samsvar, skal tað upplýsast í tekstinum.
Sum dømi kann nevnast, at tað ber til at vísa ein bil við eyka útgerð ella ein køk við hvítvørum, bara tað er upplýst at hvítvørurnar og eykaútgerðin ikki er við í upplýsta prísinum.
Ja, ein handil kann avmarka, hvussu nógv av einari ávísari vøru hvør kundi kann keypa fyri tann lýsta tilboðsprísin. Hetta kallast mongdaravmarking og er loyvt. Fyritøkan skal tó greitt upplýsa brúkarunum um, at tilboðið er treytað av einari slíkari mongdaravmarking.