Prísir og útsagnir um sparing

Mynd Av Útsølu

Vinnurekandi skulu geva rættar prísupplýsingar, og skulu prísir til brúkarar altíð verða upplýstir við meirvirðisgjaldi og øðrum gjøldum. 

Tá lýst verður við útsølu ella tilboð, skal brúkarin altíð verða upplýstur um, hvussu nógvar pengar hann kann spara, og um avmarkingar fylgja við tilboðnum. Villleiðandi marknaðarføring er ólóglig. 

Brúkaraumboðið hevur gjørt leiðreglur um marknaðarføring av prísi, og kunnu tær lesast niðanfyri: 

Sí leiðreglur um marknaðarføring av prísi her

 

Serligar reglur gera seg galdandi, tá talan er um fýrverk, tí hetta er ein vøra, sum einans kann seljast fáar dagar um árið. Brúkaraumboðið hevur gjørt eina vegleiðing um marknaðarføringina við sølu av fýrverki. Les hana niðanfyri. 

Sí vegleiðing um marknaðarføring við sølu av fýrverki her

Útsagnir sum t.d “tilboð”, “útsøla”, “nú kr.”, “-xx %”, “avsláttur” viljað verða mett sum søluátøk, har vøran ella tænastan er niðursett í mun til, hvat hon vanliga verður seld fyri. Tá lýst verður við niðursettum prísi, skal prísurin verða niðursettur í mun til egnan prís.

Vinnurekandi skulu kunna skjalprógva at hava havt eina ávísa sølu av vøruni ella tænastuni í einum tíðarskeiði, á minst seks vikur, beint undan søluátakinum. Tá talan er um gerandisvørur, er tíðarskeiðið minst fýra vikur. 

Ja, givið at tann undanprísurin er tann lægsti, ið vøran hevur havt seinastu seks vikurnar.

Men um outlethandilin setir vøruna uppaftur meira niður, so er undanprísurin tann lægsti prísurin, sum outlethandilin hevur havt vøruna til sølu fyri seinastu seks vikurnar