Samanberandi lýsingar

Samanberandi lýsing er ásett í § 5 í marknaðarføringslógini. Høvuðsendamálið við hesi lógargrein um lýsingar, har ein vøra ella tænasta hjá einum vinnurekandi verður samanborin við vøru ella tænastu hjá einum øðrum vinnurekandi, er at verja vinnurekandi ímóti umrøðu, ið kann skaða umdømið hjá tí vinnurekandi ella hjá vørum og tænastum, sum vinnurekandi bjóða út, ella sum misnýtir nevnda umdømið. 

Tað verða sett høg krøv til, nær ein lýsing er lóglig og skulu allar treytirnar sum eru upplistaðar í § 5, stk. 2 í marknaðarføringslógini verða uppfyltar fyri, at ein samanberandi lýsing er lóglig. Niðanfyri er § 5 í marknaðarføringslógini endurgivin. 

Yvirskipað kann sigast um samanberandi lýsingar, at samanberingin skal vera objektiv, røtt og viðkomandi.

 

§ 5 í marknaðarføringslógini er soljóðandi: 

“§ 5. Einhvør sølulýsing, sum beinleiðis ella óbeinleiðis vísir til ein kappingarneyta, ella til vørur ella tænastur, sum ein kappingarneyti bjóðar út, er samanberandi.

Stk. 2. Samanberandi lýsing, sbrt. stk. 1, er loyvd eftir hesi lóg, um samanberingin

1) ikki er villleiðandi,

2) viðvíkur vørum ella tænastuveitingum, sum nøkta sama tørv ella hava sama endamál,
3) er objektiv og samanber ein ella fleiri ítøkiligar og viðkomandi eginleikar, sum kunnu skjalprógvast, og sum eru umboðandi fyri hesar vørur ella tænastuveitingar, herundir eisini prísin,
4) ikki elvir til bland millum lýsara og kappingarneyta ella millum vørumerki, fyritøkunavn, onnur sereyðkenni, vørur, tænastur ella onnur viðurskifti hjá ávikavist lýsara og kappingarneyta,
5) ikki skapar misálit á ella lítismetir kappingarneyta ella vørumerki, fyritøkunavn, onnur sereyðkenni, vørur, tænastur ella onnur viðurskifti hjá kappingarneyta,
6) fyri framleiðslur við upprunamerking í hvørjum einstøkum føri viðvíkur vørur ella tænastur við somu upprunamerking,
7) ikki fær sær fyrimunir av tí umdømi, sum fylgir við vørumerki, fyritøkunavni, ella øðrum sereyðkennum hjá kappingarneyta, ella upprunamerking hjá framleiðslum, ið kappast verður við og
8) ikki lýsir eina vøru ella tænastu sum eina eftirgerð ella eitt avrit av eini vøru ella tænastuveiting, sum er umfatað av einum vardum vørumerki ella fyritøkunavni."