Tilboðsportalar
Tá ein borgari keypir eina vøru ella tænastu á einari tilboðsportali, er tað er vanliga tilboðsportalurin, sum borgarin ger avtalu við, og ikki fyritøkan (útbjóðarin), sum veitir vøruna ella tænastuna. Hetta merkir, at borgarin sum meginregla skal venda sær til tilboðsportalin við møguligum klagum, trupulleikum, o.s.fr.
Um tilboðsportalurin bert ynskir at virka sum millumlið millum brúkaran og tilboðini hjá útbjóðarunum, skal hetta greitt upplýsast.
- At tilboðsportalurin einans er millumlið og ikki seljari.
- At tað er útbjóðarin av viðkomandi vøru ella tænastu, sum brúkarin ger avtalu við.
- At tað er útbjóðarin, og ikki tilboðsportaluin, sum hevur ábyrgdina av, at avtalan verður hildin.
- At tað kortini er avgerandi, at brúkarin hevur játtað hesum treytunum, og at tilboðsportalurin týðiliga hevur virkað sum millumlið og ikki sum seljari í samskiftinum við brúkaran.
Hetta er kortini ikki neyðugt, at tað er púra greitt, at borgarin keypir frá eini fyritøku í senn. Til dømis við at verða vístur inn á heimasíðuna hjá fyritøkuni, bert kunna keypa hjá hesari í senn.
Ábyrgd fyri villleiðandi marknaðarføring
Um marknaðarføringin er villleiðandi, til dømis um upplýsti undanprísur er ov høgur, kunnu bæði tilboðsportalurin og útbjóðarin av viðkomandi vøru ella tænastu sum meginregla at bera ábyrgd.
Um útbjóðarin hevur latið villleiðandi upplýsingar til marknaðarføringina, til dømis ein skeivan undanprís, kann útbjóðarin sum meginregla verða revsaður.
Tilboðsportalurin kann eisini verða revsaður fyri villleiðandi marknaðarføring, um tað til dømis var greitt at undanprísurin var ov høgur. Við í metingina av hvør hevði ábyrgd leggur Brúkaraumboðið dent á, um tilboðsportalurin í tí einstaka førinum hevði roynt at kanna, um upplýsingarnar frá útbjóðaranum vóru rættar.
Tilboðssíðan hevur eina kanningarsskyldu, og hevur ábyrgd av at kanna, um upplýsingarnar frá útbjóðaranum av tilboðnum eru rættar.
Gildistíðarskeið á virðisprógvi keypt á tilboðsportali
Um einki annað er avtalað, gongur eitt virðisprógv, sum er keypt á einari tilboðsportali, út eftir fimm árum.
Eitt virðisprógv kann tó hava eitt styttri gildistíðarskeið, um hetta er upplýst. Eitt gildistíðarskeið, sum er longri enn eitt ár, verður vanliga mett at vera rímiligt.
Virðisprógvið kann hava eitt gildistíðarskeið, ið er styttri enn eitt ár, men tá skal serlig grund vera fyri tíð.
Ein ítøkilig meting má gerast fyri at avgera, hvussu langt gildistíðarskeiðið í minsta lagi eigur at vera. Her skal millum annað leggjast dent á, hvørja slag vøru ella tænastu talan er um, og um brúkarin hevur møguleika at fáa pengarnar aftur, um virðisprógvið gongur út, áðrenn tað verður nýtt.