Útsagnir um heilsuligar fyrimunir

Í § 3, stk. 3 í marknaðarføringslógini er ásett, at upplýsingar um verulig viðurskifti skulu, um neyðugt, verða skjalprógvaðar. Brúkaraumboðið kann eftir fráboðan ella av sínum eintingum krevja, at útsagnir og upplýsingar hjá tí vinnurekandi verða skjalprógvaðar.
Vísast skal á, at tað verður sæð sum álvarsamt, um tann vinnurekandi marknaðarførir vøru ella tænastu hjá sær sum verandi "heilsulinnandi" ella "heilsubøtandi" v.m, og verða sett sera høg krøv til, at slík uppáhald skulu kunna skjalprógvast at vera sonn.
At vísa á, at vøra gevur heilsubatar ella er heilsulinnandi er eitt nú, um tann vinnurekandi marknaðarførir við, at vøran minkar um ov høgt blóðtrýst, ella minkar um møði og strongd. Brúkaraumboðið metir slík uppáhald verða sera álvarsom, og verða tí herd krøv sett til marknaðarføringina í slíkum førum.
Megnar tann vinnurekandi ikki at skjalprógva, at hesar útsagnir eru sannar, kann talan vera um villleiðandi marknaðarføring sambært § 3, stk. 1 og 2 í marknaðarføringslógini.