Vinnurekandi

Brúkaraumboðið hevur eftirlit við, at vinnurekandi halda marknaðarføringslógina. Tó, so er Brúkaraumboðið samstundis eisini fevnt av samráðingarmeginregluni. Henda regla inniber, at Brúkaraumboðið skal av sínum eintingum, ella eftir áheitan, við samráðingum royna at ávirka vinnurekandi at virka eftir meginreglunum fyri góðan marknaðarføringssið og yvirhøvur at halda lógina.