Góður marknaðarføringssiður

Marknaðarføring má ikki týðiliga avlaga peningaligu atferðina hjá brúkarum, t.d. um skeivar upplýsingar hava fingið brúkaran at keypa eitthvørt, viðkomandi annars ikki hevði keypt, um røttu upplýsingarnar vóru komnar fram. Marknaðarføringin má harnæst heldur ikki vera diskriminerandi, ósømilig og órímilig ella spæla uppá ótta og pátrúgv. 

Uppáhald um burðardygd í marknaðarførslu 

Skal brúkarin kunna velja á tilvitaðum og upplýstum grundarlagi, hevur tað stóran týdning, at tey vinnurekandi geva rættar og vegleiðandi upplýsingar um vørur og teirra etisku og/ella umhvørvisligu fyrimunir. 

Sí vegleiðing um at brúka uppáhald um burðardygd í marknaðarførslu

 

Sum vinnurekandi kanst tú niðanfyri kunna teg nærri um, hvussu tú skalt marknaðarføra innan ávís økir.

Brúkaraumboðið hevur í vegleiðingini niðanfyri sett nøkur punkt upp, sum vinnurekandi serliga skulu minnast til, tá marknaðarført verður við fýrverki.

Sí vegleiðing um sølu av fýrverki

Tey norðurlendsku brúkaraumboðini samtyktu fyrstu ferð í 1998 at hava somu áskoðan á - og støðu til handil og marknaðarførslu á netinum. 

Sí støðuna hjá norðurlendsku brúkaraumboðunum til handil og marknaðarførslu her

Brúkaraumboðið hevur gjørt eina vegleiðing um, hvørji krøv eru sett til marknaðarføring av flogferðaseðlum, tá talan er um avmarkað útboð til tann lýsta prísin. Vinnurekandi kunnu síggja vegleiðingina sum eina almenna forhandarmeting frá Brúkaraumboðnum.

Sí vegleiðing um marknaðarføring av flogferðaseðlum her

Brúkaraumboðið vísir á týdningarmikil krøv í sambandi við at marknaðarføra breiðband. Krøvini hava til endamáls at tryggja, at breiðbandslýsingar samsvara við ásetingarnar í marknaðarføringslógini. 

Sí vegleiðing um marknaðarføring av breiðbandstænastum her

Vegleiðingin er gjørd til øll, sum marknaðarføra fastogn í einum vinnuligum samanhangi. Hon kann eisini geva privatpersónum, sum vilja selja bústað sín, góða vegleiðing. 

Sí vegleiðing um marknaðarføring av bústøðum her

Brúkaraumboðið hevur eftirlit við avtalutreytum hjá televeitarunum í Føroyum. Í tí sambandi hevur Brúkaraumboðið gjørt avtalu við teir stóru televeitarnar um leiðreglur á føroyska teleøkinum. Í avtaluni eru avtalutreytir, uppsagnartreytir v.m. ásett.

Leiðreglur um marknaðarføring á teleøkinum