Kappingar

Virkjum er loyvt at brúka kappingar sum lið í marknaðarførslu, eisini keypstreytaðar kappingar. Virkið skal kortini altíð gera brúkararnar varugar við krøvini fyri kapping – tað merkir: hvørji serkrøv og hvørjar sertreytir knýta seg at luttøkuni.

Kor og treytir fyri eina kapping skulu vera týðilig og gjøgnumskygd hjá brúkara at lesa og skilja.

Brúkarin skal m.a. fáa at vita um:

  • Aldurs- ella staðaravmarkingar
  • Virðið á hvørjum einstøkum vinningi
  • Vinnaramøguleiki, og hvussu nógvir vinningar eru í kappingini
  • Hvussu valt verður – hvussu vinnari ella vinnarar verða funnir
  • Nær vinnari verður drigin
  • Hvar og nær navnið á vinnara verður almannakunngjørt
  • Treytir fyri, nær vinningur verður latin, heintaður ella fyrnaður

 

Tvey ymisk sløg av kappingum eru:

Tilvildarmerkt, tá ið vinnari verður funnin við lutakasti ella við spølum sum tombola, banko o.ø.

Avriksmerkt, tá ið luttakarar skulu gera eitthvørt, t.d. tekna eina tekning, koma við hugskotum til eyðkennismerki ella tílíkt.

Sum heild eru somu reglur galdandi fyri kappingar á netinum og sosialu miðlunum sum aðra staðni. Kor og treytir fyri kappingini skulu vera týðiliga frámerkt, so lesarin lættliga sær, hvørjar treytir eru heftar at luttøkuni.

Brúkaraumboðið hevur eisini gjørt eitt yvirlit yvir, hvat er loyvt og ikki í kappingum á sosialum miðlum. Sí yvirlitið niðanfyri. 

Til ber at lesa meira um óumbidnar áheitanir her 

Tá ið virki marknaðarføra seg t.d. ígjøgnum kappingar mótvegis børnum og ungum, eru skerpaði krøv galdandi. Tað merkir m.a., at virkini skulu ansa serliga væl eftir, at børn og ung skilja kappingarreglurnar, og at tey hava fingið at vita, at kappingin er liður í marknaðarførsluni hjá virkinum.

Loyvt er virkjum at hava keypstreytaðar kappingar. At kapping er keypstreytað merkir, at brúkarin skal keypa eina vøru frá virkinum fyri at sleppa at vera við í kappingini.

Keypstreytaðar kappingar hava áður verið ólógligar, men tað forboðið fór úr gildi í 2015.

Tað er týdningarmikið, at tann vinnurekandi upplýsir greitt og týðiliga um treytirnar fyri at vera við í kappingini.