Bilasøla hevði lýsing á Facebook, har tilboðsprísur var vístur uttan meirvirðisgjald
Bilasøla hevði eina lýsing, har listaprísur fyri ein plug-in hybrid bil, varð upplýstur við mvg, í meðan tilboðsprísurin varð vístur uttan mvg. Brúkaraumboðið vísti á, at kundin skal hava møguleika at samanbera prísirnar. Tá ein samanbering verður gjørd millum listaprís og tilboðsprís, skal talan verða um samanberiligar prísir soleiðis, at brúkarin hevur eitt og sama grundarlag at meta prísin út frá. Tað vil siga, at báðir prísirnir skulu verða upplýstir við mvg. Báðir prísirnir kunnu harafturat upplýsast, tá loyvdi parturin av mvg´num er afturborin.
Avgerð
7. desember 2022
Lógargrundarlag
Marknaðarføringslógin § 1
Marknaðarføringslógin § 3
Marknaðarføringslógin § 13
Bilasøla hevði lýsing á Facebook, sum Brúkaraumboðið metti vera í stríð við marknaðarføringslógina. Talan var um eina lýsing, har listaprísur fyri ein plug-in hybrid bil, varð upplýstur við mvg, í meðan tilboðsprísurin varð vístur uttan mvg.
Sambært § 13 í lóg um marknaðarføring skal prísur, tá selt verður til brúkarar, upplýsast við mvg. Brúkaraumboðið vísti á, at afturat hesum er møguligt eisini at vísa upphæddina, tá mvg´ið er endurgoldið ella at upplýsa um møguleikan at fáa mvg´ið lutvíst aftur. Prísurin við mvg skal tó síggjast týðiliga í mun til aðrar upplýsingar í marknaðarføringini.
Tá ein samanbering verður gjørd millum listaprís og tilboðsprís, skal talan verða um samanberiligar prísir soleiðis, at brúkarin hevur eitt og sama grundarlag at meta prísin út frá. Tað vil siga, at báðir prísirnir skulu verða upplýstir við mvg. Báðir prísirnir kunnu harafturat upplýsast, tá loyvdi parturin av mvg´num er afturborin.
Brúkaraumboðið metti ikki at tað er rætt, at bilasølan brúkar orðingina ”u/MVG”, tí at talan er í hesum føri um prís, har mvg´ið bert lutvíst kann verða endurgoldið (max. 70.000 kr.).
Brúkaraumboðið metti lýsingina vera villleiðandi marknaðarføring (sbrt. § 3, stk. 2 í
marknaðarføringslógini) og ikki góður marknaðarføringssiður (sbrt. § § 1, stk. 1 í marknaðarføringslógini), soleiðis sum listaprísur og tilboðsprísur er uppsett, har listaprísur er upplýstur við mvg í meðan tilboðsprísur er upplýstur uttan mvg.
Bilasølan greiddi frá, at tey høvdu nýggj fólk á søludeildini og at talan var um eitt mistak.
Bilasølan broytti lýsingina sama dag.
Brúkaraumboðið var eisini vorðin varug við aðrar lýsingar hjá somu bilasølu. Bilasølan lýsti við tilboðum, uttan at upplýsa upprunaprís. Brúkaraumboðið vísti á, at tá talan er um tilboð, eigur undanprísurin (vanligi prísurin) eisini at verða upplýstur, soleiðis at brúkarin kann síggja, um talan er um eitt gott tilboð og hvussu nógv hann sparir. Bilasølan rættaði lýsingarnar, so at tær vóru í tráð við marknaðarføringslógina.