Bilasøla spurdi um forhandarmeting um ætlað lýsingaátak
Tá fyritøkur bjóða fígging fyri søluvøru, skulu tær upplýsa um kredittútreiðslur í alt, t.v.s. prísurin, sum borgarin rindar íalt fyri at lána peningin, so sum rentur, stovningargjald v.m. Fyritøkur skulu eisini upplýsa um samlaða prísin, t.v.s. hvat bilurin samlað kemur at kostað, tá lánið er afturgoldið, og árligu útreiðslurnar fyri kredittin í prosentum.
Avgerð
29. januar 2024
Lógargrundarlag
Marknaðarføringslógin § 13
Marknaðarføringslógin § 14
Marknaðarføringslógin § 24
Brúkaraumboðið fekk fyrispurning frá bilasølu um ætlað lýsingaátak. Bilasølan vísti í lýsingaátakinum á fíggingaruppskot, og var tað serliga henda partin bilasølan ynskti at fáa eina forhandarmeting uppá.
Átakið vísti á eitt útgjald, sum borgarin skuldi rinda beinanvegin, harumframt eina mánaðarliga upphædd, sum borgarin síðan skuldi rinda næstu mánaðarnar, umframt eina rentu.
Brúkaraumboðið hevði nakrar viðmerkingar til lýsingaátakið hjá bilasøluni. Fyrst varð víst á § 14 í marknaðarføringslógini, sum ásetur, at í sambandi við útbjóðing av vørum við kredittkeypi skal upplýsast um:
- Kontantprís
- Kredittútreiðslurnar sum ein upphædd
- Árligu útreiðslurnar fyri kredittin í prosentum.
Ásetingin í § 14 gevur brúkarum møguleika at samanbera kontantprísin á eini vøru við, hvussu nógv, ið gjaldast skal, um vøran verður keypt uppá kreditt. Ásett er, at árligu útreiðslurnar í prosentum skulu tilskilast á ein eins týðiligan hátt og hinar kredittupplýsingarnar, tí hetta verður mett at vera ein týðandi upplýsing. Brúkaraumboðið vísti eisini á, at tað fylgir av § 13 í marknaðarføringlógini, at tað týðiliga skal upplýsast um samlaða prísin fyri vøruna, íroknað øll gjøld og avgjøld.
Í hesum ítøkiliga lýsingaátakinum, bað Brúkaraumboðið bilasøluna um at upplýsa um kredittútreiðslurnar í alt, t.v.s. prísurin borgarin skuldi rinda íalt fyri at lána peningin, so sum rentur, stovningargjald v.m. Harumframt skuldi samlaður prísur eisini upplýsast, t.v.s. hvat bilurin samlað kemur at kostað, tá lánið er afturgoldið, umframt árligu útreiðslurnar fyri kredittin í prosentum.