Forhandameting til uppsparingskontu hjá banka

Brúkarumboðið vísti í forhandameting á, at tað ber til at lýsa við "Føroya bestu rentu uttan binding", men hetta skal kunna skjalprógvast. Brúkaraumboðið vísti harafturat á, at um tað eru treytir til uppsparingarkontuna, skulu hesar upplýsast greitt.

Avgerð

2. oktober 2023

Lógargrundarlag

Marknaðarføringslógin § 24

Brúkaraumboðið fekk fyrispurning frá einum banka um eitt komandi lýsingarátak hjá bankanum, sum snúði seg um eina uppsparingarkontu. Bankin ynskti at fáa eina forhandarmeting frá Brúkaraumboðnum í samband við lýsingarátakið, fyri at vita um hetta var sambæriligt við marknaðarføringslógina. 

Bankin upplýsti, at lýsingarátakið vísti á, at bankin bjóðaði eina uppsparingarkontu við góðari rentu uttan binding. Brúkaraumboðið gjørdi vart við § 3 í marknaðarføringslógini, sum ásetir, at ikki er loyvt at nýta skeivar upplýsingar ella leggja burturúr týðandi upplýsingar. Tískil skal bankin til eina og hvørja tíð kunna skjalprógva eitt uppáhald um, at henda uppsparing gav Føroya bestu rentu uttan binding. 

Bankin skrivaði harumframt í treytunum til uppsparingarkontuna, at revsirentan (dekort) varð ókeypis. Men hetta var ikki treytaleyst, tí tað bert var ein flyting um mánaðan, sum var ókeypis. Eftirfylgjandi kostaði hvør flyting 40 kr. Hetta var tískil ikki heilt rætt sambært marknaðarføringslógini, og Brúkaraumboðið heitti tí á bankan um at fáa hetta upplýst, so borgarin alt fyri eitt fekk eygað á, at ókeypis revsirenta var treytað av, at tað bert verður framd ein flyting um mánaðan. Bankin tók viðmerkingarnar frá Brúkaraumboðnum til eftirtektar.