Forhandarmeting um átak hjá handli við virðisseðlum

Marknaðarføringsátak við virðisseðlum var í tráð við marknaðarføringslógina.
Átakið snúði seg um, at øll sum keyptu fyri yvir 300,- í ávísum handli eitt ávíst tíðarskeið, fingu ein avsláttarseðil ella ein sonevndan virðisseðil. Avsláttarseðilin gav 15% í avsláttri av keypi upp til kr. 2.000,-.

Avgerð

8. november 2023

Lógargrundarlag

Marknaðarføringslógin § 24

Brúkaraumboðið fekk ein fyrispurning, um átak við avsláttarseðlum var sambæriligt við marknaðarføringslógina.
Átakið snúði seg um, at øll sum keyptu fyri yvir 300,- í ávísum handli eitt ávíst tíðarskeið, fingu ein avsláttarseðil ella ein sonevndan virðisseðil. Hesin seðilin gav 15% í avsláttri av keypi upp til kr. 2.000,-.  Ávísar vørur vóru tó undantiknar avsláttrinum. 

Brúkaraumboðið metti, at átakið var í tráð við marknaðarføringslógina, men vísti á, at sambært § 9, stk. 1 í marknaðarføringslógini, skuldu treytirnar vera týðiligar og greiðar, og brúkarin skuldi lættliga hava møguleika at kunna seg um treytirnar. 
Brúkaraumboðið vísti eisini á viðmerkingarnar til marknaðarføringslógina og seinni broytingar, sum nágreina ætlanina við § 9 um sølufremjandi átøk. 
Hesar siga m.a. at upplýsast skal, hvørjar treytir og avmarkingar eru galdandi fyri avslátturin, hvussu brúkarin fær avsláttur, og hvussu avslátturin kann brúkast.