Forhandarmeting um útlendskt happadráttaspæl
Avgerð
21. mars 2025
Lógargrundarlag
Marknaðarføringslógin § 8
Marknaðarføringslógin § 24
Brúkaraumboðið fekk ein fyrispurning frá eini fyritøku um forhandameting. Fyritøkan hevði eitt lýsingaátak fyri útlendskt happadráttarspæl. Tey høvdu lýst á egnum sosialum miðlum og á ymiskum øðrum almennum miðlum, men nú ynsktu tey eisini, at brúka ávirkarar til at lýsa fyri happadráttarspælinum.
Brúkaraumboðið vísti millum annað á, at atlit mátti takast til børn og ung, sambært § 8 í marknaðarføringslógini. Ásetingin kann lesast niðanfyri:
Marknaðarføring, ið vendir sær til børn og ung
”§ 8. Marknaðarføring, ið vendir sær til børn og ung, skal taka atlit til natúrliga góðtrúnið hjá børnum og ungum, og teirra vantandi royndir og vantandi evni at meta um ymisk viðurskifti, sum hava við sær, at tey eru løtt at ávirka og ímerkja.
Stk. 2. Marknaðarføring, sum vendir sær til børn og ung, má ikki beinleiðis ella óbeinleiðis eggja til harðskap, rúsevnisnýtslu, herundir alkoholnýtslu, ella til aðra vandamikla ella fyrilitaleysa atferð, ella á annan ósømiligan hátt brúka harðskap, ræðslu ella pátrúgv.”
Happadráttarspælið var bygt upp á tann hátt, at talan er um eina haldaraskipan. Brúkaraumboðið vísti á, at børn undir 18 ár, kunnu ikki gera eina haldaraavtalu, har ein treyt er, at tey skulu rinda eina upphædd leypandi. Hetta er ásett í § 42, stk. 2 í værgemålsloven.
Talan var tí um eitt spæl, sum børn og ung undir 18 ár ikki kundu luttaka í.
Brúkaraumboðið heitti á fyritøkuna, um at kanna, hvussu stórur partur av fylgjarum hjá hesum ávirkarum, sum ætlanin var at brúka, eru undir 18 ár, og um til ber at tryggja, at hesi ikki síggja lýsingarnar fyri happadráttin. Í øðrum lagi, mátti 18 ára aldursmark viðmerkjast á øllum uppsløgum.