Fyritøka vildi gera kapping við treytum

Tað er í lagi at gera keypstreytaðar kappingar, men tað skal vera púra greitt undir hvørjum treytum brúkarin skal luttaka í kappingini. Um brúkarin skal geva loyvi til, at tann vinnurekandi setir seg í samband við hann, skal brúkarin eisini hava møguleika fyri - lætt og ókeypis - at taka samtykki aftur.

Avgerð

12. apríl 2024

Lógargrundarlag

Marknaðarføringslógin § 6

Marknaðarføringslógin § 24

Brúkaraumboðið fekk ein fyrispurning frá eini fyritøku, sum ætlaði at gera eina kapping, har luttakarar samstundis góvu loyvi til, at fyritøkan kundi seta seg í samband við tey. Upplýst varð eisini, at ein lættliga kundi melda frá við at seta seg í samband við fyritøkuna. 

Brúkaraumboðið vísti á, at sambært § 6 í marknaðarføringslógini, er tað ikki loyvt í vinnuvirksemi at senda út lýsingar, ella á annan hátt at marknaðarføra, við elektroniskum samskifti so sum telduposti, sms ella telefon, uttan so, at móttakarin frammanundan hevur biðið um hetta. Hetta hevur við sær, at bannað er at ringja til borgarar, við sølu fyri eyga, uttan samtykki frá teimum.

Kappingin, sum fyritøkan ætlaði at hava, var treytað av, at fyritøkan kundi seta seg í samband við luttakararnar. Hetta er í lagi, um tað stendur greitt og týðiligt. Brúkaraumboðið helt, at dentur átti at verið lagdur á samtykki fram um kappingina. Tað skal vera púra greitt, hvat fólk geva sítt samtykki til.

Niðurstøða
Brúkaraumboðið metti ikki í hesum føri, at tað nóg greitt framgekk av kappingini, á hvønn hátt fyritøkan setti seg í samband við luttakararnar. Heitt varð tí á fyritøkuna at skriva, at fyritøkan setir seg í samband við luttakararnar við at ringja til tey. 
Harafturat varð víst á § 6, stk. 2 í marknaðarføringslógini, sum ásetur, at borgarin til eina og hvørja tíð skal hava møguleikan fyri, ómaksleyst og ókeypis, at biðja seg undan hesum, bæði í sambandi við at hann letur tí vinnurekandi fartelefonnummarið, og tá hann seinni fær áheitanir frá tí vinnurekandi. Harafturat vísti Brúkaraumboðið á, at um ringt verður til børn og ung undir 18 ár, fyri at selja vørur og tænastur, so krevst samtykki frá foreldrunum.