Ítróttafelag vildi vita, um tað var í lagi at lýsa til dystir fyri merki, sum m.a. seldi rúsdrekka

Avgerð

27. mai 2025

Lógargrundarlag

Marknaðarføringslógin § 8, stk. 2

Marknaðarføringslógin § 24

Brúkaramboðið viðgjørdi eitt mál, har eitt ítróttafelag í Føroyum ynskti at vita, um tað var loyvt at lýsa fyri merki, sum m.a. var kent fyri rúsdrekka.

Málið snúði seg um, at felagið hevði fingið fyrispurning frá einum høvuðsstuðli hjá ítróttafeløgum innan hesa ítróttagreinina, um lýsast kundi fyri fyritøkuni til komandi dystirnar. Felagið vendi sær tískil til Brúkaraumboðið fyri at vita, um hetta var loyvt at gera.

Børn og ung

Brúkaraumboðið vísti á, at § 8, stk. 2 í marknaðarføringslógini marknaðarføring, sum vendir sær til børn og ung, ikki beinleiðis ella óbeinleiðis má eggja til harðskap, rúsevnisnýtslu, herundir alkoholnýtslu ella fyrilitaleysa atferð, ella á annan ósømiligan hátt brúka harðskap, ræðslu ella pátrúgv.

Felagið hevði víst á, at fyritøkan eisini seldi alkoholfríar sodavatn og vørur, vatn. Tí metti Brúkaraumboðið ikki, at búmerkið hjá fyritøkuni í eini lýsing, var tað sama sum, at lýst verður fyri rúsdrekka ella at eggja verður til herundir rúsdrekkanýtslu. Brúkaraumboðið metti sostatt ikki, at “bannarin” við navninum og búmerkinum hjá fyritøkuni var í stríð við § 8 í marknaðarføringslógini.