Klædnahandil samanbar prísir við kenda lágprís handilsketu

Handil hevði lýsing, ið samanbar prísirnar við útlendska lágprísketu. Brúkarumboðið vísti á, at strong krøv eru til samanberandi lýsingar, og metti ikki at handilin uppfylti hesi krøv. Handilin tók lýsingina burtur.

Avgerð

12. desember 2022

Lógargrundarlag

Marknaðarføringslógin § 5

Brúkaraumboðið varð gjørt varugt við, at ein klædnahandil í Føroyum hevði marknaðarført seg við, at hava samanborið sínar prísir við svensku lágprís handilsketuna H&M.
Brúkaraumboðið skrivaði til handilin, at mett varð, at talan var um eina samanberandi 
lýsing eftir marknaðarføringslógini. 
Brúkaraumboðið vísti harumframt á, at samanberandi lýsing er loyvd í ávísum førum, men at strangar treytir eru til slíkar lýsingar. Niðanfyri er § 5 í marknaðarføringslógini endurgivin. Allar treytirnar í § 5 skulu verða loknar fyri, at ein vinnurekandi kann nýta eina samanberandi lýsing. Tað er serliga § 5, stk. 2, nr. 7, ið er viðkomandi í hesum førinum. 

Marknaðarføringslógin ásetir, at ikki er loyvt, at brúka eina lýsing, har ein fær fyrimunir av tí umdømi, sum fylgir við vørumerki, fyritøkunavni, ella øðrum sereyðkennum hjá kappingarneyta, ella upprunamerking hjá framleiðslum, ið kappast verður við. Soleiðis sum Brúkaraumboðið sá málið, varð brot framt á § 5, stk. 2, nr. 7 í marknaðarføringslógini, og heitti tí á handilin um at steðga við hesum lýsingum. Handilin tók lýsingina burtur.

Lógargrundarlagið

“§ 5. Einhvør sølulýsing, sum beinleiðis ella óbeinleiðis vísir til ein kappingarneyta, ella til vørur ella tænastur, sum ein kappingarneyti bjóðar út, er samanberandi.
Stk. 2. Samanberandi lýsing, sbrt. stk. 1, er loyvd eftir hesi lóg, um samanberingin
1) ikki er villleiðandi,
2) viðvíkur vørum ella tænastuveitingum, sum nøkta sama tørv ella hava sama endamál,
3) er objektiv og samanber ein ella fleiri ítøkiligar og viðkomandi eginleikar, sum kunnu skjalprógvast, og sum eru umboðandi fyri hesar vørur ella tænastuveitingar, herundir eisini prísin,
4) ikki elvir til bland millum lýsara og kappingarneyta ella millum vørumerki, fyritøkunavn, onnur sereyðkenni, vørur, tænastur ella onnur viðurskifti hjá ávikavist lýsara og kappingarneyta,
5) ikki skapar misálit á ella lítismetir kappingarneyta ella vørumerki, fyritøkunavn, onnur sereyðkenni, vørur, tænastur ella onnur viðurskifti hjá kappingarneyta,
6) fyri framleiðslur við upprunamerking í hvørjum einstøkum føri viðvíkur vørur ella tænastur við somu upprunamerking,
7) ikki fær sær fyrimunir av tí umdømi, sum fylgir við vørumerki, fyritøkunavni, ella øðrum sereyðkennum hjá kappingarneyta, ella upprunamerking hjá framleiðslum, ið kappast verður við og
8) ikki lýsir eina vøru ella tænastu sum eina eftirgerð ella eitt avrit av eini vøru ella tænastuveiting, sum er umfatað av einum vardum vørumerki ella fyritøkunavni.”