Nær skulu kredittútreiðslur upplýsast
Fyritøkan lýsti við at rindast kundi í smáum. Eingin eykakostnaður var av at rinda í smáum, og tí var lýsingin ikki fevnd av § 14 í marknaðarføringslógini. Men um eitt nú renta verður kravd ella aðrir kreditkostnaðir, so fellur lýsingin undir greinina í marknaðarføringslógini, sum krevur upplýsingar um kontantprís, kredittútreiðslur sum ein upphædd og árligu útreiðslurnar í procentum fyri kredittin.
Avgerð
5. desember 2019
Lógargrundarlag
Marknaðarføringslógin § 14
Ein kæra um eina lýsing frá Hey á Facebook fekk ikki viðhald frá Brúkaraumboðnum.
Lýsingin nevndi eina røð av vørum, sum kundu rindast í smáum, har eisini varð upplýst, hvussu nógv vørurnar kostaðu kontant.
Kæran snúði seg um brot á marknaðarføringslógina, tí Hey ikki nevndi í lýsingini, at fyri at rinda í smáum, so skuldi eitt stovningargjald eisini rindast.
Marknaðarføringingslógin ásetur, at tá seljari lýsir við kredittkeypi við upplýsingum um kostnaðin fyri at útvega vøruna við kredittkeypi, skulu umframt kontantprísin, upplýsing um kredittútreiðslur sum ein upphædd og árligu útreiðslurnar í procentum nevnast í lýsingunum.
Í hesum føri varð ikki lýst við kostnaðinum fyri at útvega vøruna við kredittkeypi, men bara við at rindast kundi í smáum.
Brúkaraumboðið gav Hey viðhald í, at av hesi orsøk var lýsingin ikki fevnd av § 14 í lóg um marknaðarføring.
Men Brúkaraumboðið minti í hesum viðfangi á, at um eitt nú renta verður nevnd ella aðrir kreditkostnaðir, so fellur lýsingin undir greinina í marknaðarføringslógini, sum krevur upplýsingar um kontantprís, kredittútreiðslur sum ein upphædd og árligu útreiðslurnar í procentum fyri kredittin.