Tilboðspakki við avmarkaðari gildistíð í tráð við marknaðarføringslógina

Borgarin klagaði um at gildistíðin á gávukortið var so stutt. Hotellið greiddi frá, at talan var ikki um vanlig gávukort, men heldur um tilboðspakkar ella upplivingarpakkar, sum eru samansetingar av tveimum ella fleiri vørum. Brúkaraumboðið mælti til, at hotellið framyvir ikki brúkti orðini “gávubræv” ella “jólagávukort” um slíkar tilboðspakkar. Orðini líkjast so nógv orðinum “gávukort”, og kann tað vera torført hjá borgarum at skilja í millum. 

Avgerð

31. mars 2023

Lógargrundarlag

Marknaðarføringslógin § 1

Brúkaraumboðið fekk fyrispurning frá borgara um gávukort, sum borgarin hevði keypt frá einum hotelli. Borgarin greiddi frá, at hann hevði keypt gávukortið í desembur 2022, og at gávukortið stóð til at ganga út 1. mai 2023. Borgarin undraðist á støðuna, tí gildistíðin var so sera stutt.

Brúkaraumboðið setti seg í samband við hotellið, og fekk upplýst, at talan var ikki um eitt vanligt gávukort, men heldur um tilboðspakkar ella upplivingarpakkar, sum eru samansetingar av tveimum ella fleiri vørum. 
Hotellið vísti á, at tey eisini høvdu vanlig gávukort til sølu, við 5 ára gildistíð. Men í hesum føri, var talan um tilboðspakkar við stórum avsláttri í mun til vanligan prís, men hinvegin kundi tilboðið bert brúkast í avmarkaðari tíð.

Brúkaraumboðið greiddi hotellinum frá, at tá talan er um slíkar tilboðspakkar, er týdningarmikið, at gildistíðarskeiðið er so mikið langt, at tað er væl og virðiliga møguligt hjá borgarum at brúka tilboðspakkan, áðrenn hann gongur út.
Í hesum føri var talan um 4-5 mánaðar, og hotellið grundgav fyri, hví gildistíðarskeiðið var so stutt í hesum føri, og Brúkaraumboðið metti, at atlitini vóru saklig og viðkomandi. 
Eisini vísti Brúkaraumboðið á, at tað er sera týdningarmikið at upplýst verður um, at gildistíðin er stutt. Hetta metti Brúkaraumboðið eisini, at hotellið hevði gjørt. 

Brúkaraumboðið mælti tó til, at hotellið framyvir ikki brúkti orðini “gávubræv” ella “jólagávukort” um slíkar tilboðspakkar. Orðini líkjast so nógv orðinum “gávukort”, og kann tað vera torført hjá borgarum at skilja í millum. 
Hotellið tók tilmælið frá Brúkaraumboðnum til eftirtektar, og Brúkaraumboðið gjørdi sostatt ikki meira við málið.