Vinnulig eyðkenni

Vinnurekandi mugu ikki nýta vinnulig eyðkenni og tílíkt hjá øðrum, ella nýta egin eyðkenni á ein hátt, sum kann elva til bland við eyðkenni hjá øðrum. Ásetingin er ein heildartreyt, sum m.a. verjir eyðkenni sum knýta seg at virkseminum hjá einstøkum vinnurekandi. Hetta kann m.a. vera vørumerki, firmanøvn o.a.
Brúkaraumboðið hevur tikið avgerð og svara fyrispurningum í fýra málum innan evnið vinnulig eyðkenni.

Avgerð

26. september 2024

Lógargrundarlag

Marknaðarføringslógin § 18

Vinnurekandi við sama navni

Ein vinnurekandi klagaði um annan vinnurekandi við næstan sama navni. Klagarin metti tað verða óheppi, tá hann hevði brúkt hetta navnið í so mong ár, og at ein nýggjur vinnurekandi nú kallaði seg nærum tað sama. Talan var um tvey vinnurekandi innan sama øki. Klagarin ynskti tí at vita, hvørji rættindi hann hevði. 

Sambært § 18 í marknaðarføringslógini, er tað ikki loyvt at nýta vinnulig eyðkenni og tílíkt hjá øðrum, ella at nýta egin eyðkenni á ein hátt, sum kann elva til bland við eyðkenni hjá øðrum. Tað skal rímiliga nógv til, fyri at staðfesta brot á § 18.

Brúkaraumboðið kannaði, um har kundi verða vandi fyri, at brúki hjá fyritøku A av heitinum kundi elva til bland við fyritøku B. Fyri at verða vardur eftir marknaðarføringslógini krevst harumframt, at heitið á tí vinnurekandi, er so mikið innarbeitt, at hetta verður mett at verða eitt heiti, sum serliga eyðkennir hesa fyritøkuna. Upplýsingar í málinum bendu ikki á, at heitið hjá fyritøkuni var so mikið innarbeitt á føroyska marknaðinum, at tað forðaði hinari fyritøkuni at hava næstan sama heiti. 

Brúkaraumboðið legði eisini til grund, at um støðan var tann, at heitið á fyritøkuni var so mikið innarbeitt, at tað hevði notið vernd eftir § 18, so hevði verjan eisini verið avmarkað til, at partarnir skuldu verið í kapping við hvønn annan. Tað vil siga, at tað hevði eisini verið ein treyt, at partarnir vóru innan sama vøruslag. Hóast partarnir vóru innan sama øki, so var ikki mett, at fyritøkurnar høvdu sama endamál, og at tískil kundi ikki elvast til bland millum hesar. Í hesum ítøkiliga málinum kom Brúkaraumboðið til ta niðurstøðu, at brot ikki varð framt á 18 í marknaðarføringslógini um vinnulig eyðkenni. 

Kopiering av marknaðarføringshátti

Brúkaraumboðið fekk tvær fráboðanir, har tvær fyritøkur vildu vísa sína ónøgd um marknaðarføringsháttin hjá kappingarneytum teirra. Talan var í báðum førum um kappingarneyta, sum lýsti við júst somu vøru, har uppsetingin á lýsingini var sett upp á sama hátt sum tær hjá teimum. Fyritøkurnar vendu sær til Brúkaraumboðið tí tær mettu hetta verða ótolandi, tá kappingarneytin á onkran hátt “stjelur” teirra marknaðarføringshátt.

Í tí eina førinum var talan um marknaðarføringsháttin hjá kappingarneytanum av somu vørum, har uppsetingin á tilboðnum varð sett upp á líknandi og í onkrum føri, sama hátt sum tann hjá fyritøkuni. Í hinum førinum var talan um marknaðarføringsháttin hjá kappingarneytanum av somu uppliving. Upplivingin var júst hin sama, har sama heiti, og sama uppseting varð nýtt. Fyritøkan helt tað verða sera keðiligt, nú tey høvdu bjóðað hesa uppliving í nøkur ár, og metti, at tað kundi føra við sær misskiljingar, nú sama heiti eisini varð brúkt fyri báðar fyritøkurnar. 
Í tí fyrra førinum kom Brúkaraumboðið til ta niðurstøðu, at sera høg krøv eru til neyvleikan á líkleikanum fyri at verða vardur eftir § 18 um vinnulig eyðkenni. Mett varð ikki, at lýsingarnar í hesum føri komu undir hesa áseting. 
Í tí seinna førinum, har kappingarneyti hevði brúkt sama marknaðarhátt í samband við sølu av somu uppliving, vísti Brúkaraumboðið á, at tað verða sett sera høg krøv til, nær eitt heitið nýtir verju sambært marknaðarføringslógini. Um eitt heitið skal verða vart eftir marknaðarføringslógini, so krevst, at heitið er serligt, kent og so mikið innarbeitt, at hetta verður mett at verða eitt heitið, sum serliga eyðkennir hesa fyritøkuna. 
Brúkaraumboðið metti orðini í heitinum verða vanlig orð, sum torført er at fáa verju fyri, tá talan er um vinnuligt eyðkenni. Tí, tá talan er um vanlig orð, so krevst at eyðkenni er serliga innarbeitt á føroyska marknaðinum.

Klagarin vísti eisini á, at hann helt vanda verða fyri, at misskiljingar kundu íkoma millum brúkarar. Brúkaraumboðið vísti á, at tá ein uppliving verður seld undir sama heiti, so er vandi fyri at bland kann íkoma millum hesi. Tó er tað ein treyt fyri at verða vardur eftir § 18 í marknaðarføringslógini, at talan eisini er um eitt vinnuligt eyðkenni, sum er sera innarbeitt, og var henda treyt ikki mett at verða lokin. Tí var tað í sjálvum sær ikki nóg mikið, at tað møguliga kundi íkoma misskiljing millum brúkarar. Brúkaraumboðið metti sostatt í báðum førum, at brot ikki var framt á § 18 um vinnulig eyðkenni í marknaðarføringslógini.


Er í lagi at brúka somu stytting sum ein onnur fyritøka brúkar?

Brúkaraumboðið fekk ein fyrispurning frá einum vinnurekandi, um tað var í lagi at brúka ta somu styttingina, sum ein onnur fyritøka longu brúkti. Talan var um tvey vinnurekandi, men tey vóru ikki innanfyri somu vinnugrein. Brúkaraumboðið fór undir at kanna, um vandi kundi verða fyri brotið á § 18 um vinnulig eyðkenni í marknaðarføringslógini. 
Brúkaraumboðið vísti á, at § 18 í marknaðarføringslógini ikki avgerð, hvørji eyðkenni verða vard, og hvussu rættindini til hesi verða til. Ásetingin er býtt í tvey lið, har fyrsti partur fevnir um, tá ein fyritøka nýtir eitt navn ella eyðkenni hjá øðrum, har hetta er identiskt við eitt vinnuligt eyðkenni hjá øðrum. Seinna liði fevnir um føri, har tað er ein vandi fyri, at vinnuliga eyðkenni elvir til bland við vinnuliga eyðkenni hjá øðrum. 
Í hesum ítøkiliga døminum, skal vandi sostatt vera fyri, at brúki av styttingini hjá fyritøku A skal elva til bland við eyðkenni hjá fyritøku B.

Hevði styttingin hjá fyritøkuni, sum hevur brúkt hesa í mong ár verið so mikið innarbeidd, at hon hevði notið vernd sambært § 18 í marknaðarføringslógini, so hevði verjan verið avmarkað til, at partarnir skuldu verið í kapping við hvønn annan. Tað vil siga, at tað hevði verið ein treyt, at partarnir vóru innan somu vinnugrein. 
Brúkaraumboðið vísti tí vinnurekandi á reglurnar á økinum og rættarsiðvenju, sum vísir, at tað skal nógv til áðrenn mann kann nokta einum vinnurekandi at brúka somu stytting.

Samanumtikið um vinnulig eyðkenni
Samanumtikið kann sigast, og sum dømini omanfyri vísa á, so verða tað sett høg krøv til, nær brot er framt á § 18 um vinnulig eyðkenni í marknaðarføringslógini. 
Ásetingin er ein heildartreyt, sum við forboði verjir vinnulig eyðkenni og ymiskt innan hetta øki. 
Reglan leggur upp til, at ávísar treytir skulu verða loknar áðrenn vinnurekandi verða vard, og kunnu hesar treytir verða torførar at lúka.


Lógargrundarlag

§ 18. Tað er ikki loyvt vinnurekandi at nýta vinnulig eyðkenni og tílíkt hjá øðrum, ella at nýta egin eyðkenni á ein hátt, sum kann elva til bland við eyðkenni hjá øðrum.