Vinnurekandi brúkti sama fyritøkunavn sum onnur fyritøka innan somu vinnugrein
Avgerð
14. januar 2026
Lógargrundarlag
Marknaðarføringslógin § 18
Brúkaraumboðið fekk eina klagu frá einum vinnurekandi, sum vísti á, at ein fyritøka varð sett á stovn, sum hevði júst sama fyritøkunavn sum klagarin. Somuleiðis varð stovnað ein heimasíða, har hetta sama fyritøkunavnið varð brúkt.
Brúkaraumboðið metti um málið, og avgjørdi ikki at taka málið upp til viðgerðar. Orsøkin til hetta var, at Brúkaraumboðið metti tað vera trupult at lyfta próvbyrðuna í málinum, og er talan um eina meting, har fleiri viðurskifti skulu vigast upp í móti hvørjum øðrum og tí varð mett rættast, at slík mál verða avgjørd í Føroya Rætti, um neyðugt.
Grundgevingar fyri ikki at taka málið upp til viðgerðar
Brúkaraumboðið vísti á, at § 18 ásetir, at ikki er loyvt vinnurekandi at nýta vinnulig eyðkenni og tílíkt hjá øðrum, ella at nýta egin eyðkenni á ein hátt, sum kann elva til bland við eyðkenni hjá øðrum. Hetta inniber, at um møguleiki skal vera fyri verju, skal talan vera um eitt vinnuligt eyðkenni hjá fyritøkuni.
Tað verða sett høg krøv til, nær eitt heitið nýtir verju sambært § 18 í marknaðarføringslógini. Hugt verður m.a. eftir, um heitið er serligt og so mikið innarbeitt, at hetta verður mett at verða eitt heitið, sum serliga eyðkennir hesa fyritøkuna.
Brúkaraumboðið vísti á, at klagari hevði nógvar týdningarmiklar grundgevingar á sínari síðu, har m.a. varð víst á, at fyritøkunavnið varð skrásett hjá Skráseting Føroya; navnið hevði verið brúkt í ávísan mun; nøvnini eru júst tey somu og stórur vandi er eisini fyri, at bland kemur millum fyritøkurnar, tá tær virka innan júst somu vinnugrein.
Brúkaraumboðið vísti tó hinvegin á, at málið eisini bar brá av nøkrum veikleikum fyri klagaran, og vóru nakrir teirra m.a. at spurningar kundu setast við, hvussu aktivt hetta felagið hevði verið síðan stovnan, hvussu nógv navnið varð brúkt, og hvussu kend fyritøkan var í Føroyum? Eisini var ein veikleiki, at navnið var “vanligt”, so at skilja, at talan ikki var um nakað serstakt navn.
Sambært § 28, stk. 3 í marknaðarføringslógini verður tilætlað brot á § 18 í marknaðarføringslógini revsað við bót. Tað vil siga, at tað bert er revsivert eftir marknaðarføringslógini, um tað kann prógvast, at brotið var gjørt við vilja. Í hesum ítøkiliga føri kundi staðfestast, at fyritøkan ikki visti av frammanundan, at navnið varð tikið, og kundi tí ikki staðfestast nøkur tilætlan handan stovnanina av nýggja felagnum.
Tó kann felagið verða álagt at steðga við at brúka navnið, um mett verður, at brot er framt á § 18.
Málið endaði við, at fyritøkan, sum hevði kallað sína fyritøku við sama navnið sum ein onnur, tók hetta aftur og gav fyritøkuni eitt nýtt navn. Klagarin fór tískil ikki víðari við málinum.