Ofta spurt um vinnurekandi
Greiðar avtalutreytir
Tá tú gert avtalu við brúkarar, skalt tú tryggja tær, at avtalutreytirnar eru greiðar. Tað kann t.d. vera uppsagnar- ella avbíleggingartreytir, serligir eginleikar við einari vøru ella ein dagfesting.
Haldaraavtalur
Um tú bjóðar út hald, kanst tú taka fyrivarni fyri at gera broytingar í haldaraavtaluni. Fyrivarni um broytingar í avtaluni skal vera týðiligt, og tað eigur at framganga undir hvørjum treytum broytingin kann vera gjørd. Broytingar skulu fráboðast í rímiligari tíð, áðrenn broytingarnar koma í gildi. Er talan um týðandi broytingar, t.d. munandi príshækking, skal brúkarin hava umhugsunartíð og møguleika til at slíta avtaluna, áðrenn broytingarnar verða gjørdar. Verða týðandi broytingar gjørdar, skalt tú seta teg í samband við brúkaran, og kunna um broytingarnar. Tað er ikki nóg mikið, at kunning um hesar broytingar eru at finna í hølunum hjá tí vinnurekandi ella á heimasíðuni hjá tí vinnurekandi.
Nakrar broytingar eru av so stórum týdningi, at neyðugt er at gera eina nýggja avtalu. Er broytingin til fyrimunar fyri brúkaran, t.d. ein príslækking, kann broytingin verða gjørd, uttan at tann vinnurekandi setir seg í samband við brúkaran.
Iðranarrættur
Brúkarin í Føroyum hevur ongan lógartryggjaðan iðranarrætt. Brúkarin hevur bara rætt til at angra eitt keyp, um tað er avtalað við tann vinnurekandi. Tað er vanligt, at handlar veita hesa tænastu, men umráðandi er, at tann vinnurekandi ger greitt undir hvørjum treytum, til ber at angra eitt keyp.
Órímiligar avtalutreytir
Mælt verður vinnurekandi til, at hava egnar handilstreytir. Um tann vinnurekandi einsamallur hevur gjørt treytirnar, kann støðan vera tann, at avtalutreytirnar eru ov nógv til fyrimun fyri tann vinnurekandi. Um talan er um órímiligar avtalutreytir, sum bert eru til fyrimun fyri tann vinnurekandi, kann avtalan verða tilsíðisett, tí hon er órímilig.
Ja. Um avgjald verður lagt afturat samlaða prísinum, skal tað upplýsast. Avgjaldið skal upplýsast har, sum prísurin er upplýstur fyrstu ferð.
Kortgjald er at meta sum avgjald, ið verður kravt afturat prísinum, og eigur tí eisini at vera upplýst. Til ber ikki altíð at vita frammanundan, hvat kortgjaldið verður. Men vinnurekandi eiga sum minstamark at upplýsa, at tað kemur eitt kortgjald afturat prísinum, soleiðis at brúkarin er kunnaður um tað.
Til ber at lesa meira um ómaksgjald her: Pdf Ómaksgjøld Avgreiðslugjald Og Kortgjald
Sambært § 24 í marknaðarføringslógini, kunnu virkir og stovnar biðja Brúkaraumboðið um at gera eina forhandarmeting um ætlaða marknaðarføring.
Brúkaraumboðið ger eftir áheitan eina meting av, um ætlað marknaðarføringstiltøk kunnu metast at vera lóglig ella ikki. Ein tílík forhandarmeting er ikki ein endalig støðutakan til, um tiltakið er lógligt. Ábyrgdin fyri, at eitt marknaðarføringstiltak er lógligt liggur altíð hjá tí vinnurekandi.
Tá Brúkaraumboðið hevur latið eina forhandarmeting til ein vinnurekandi um, at eitt ætlað marknaðarføringstiltak eftir fatanini hjá Brúkaraumboðnum er lógligt, kann Brúkaraumboðið ikki av sínum eintingum mótvegis tí vinnurekandi reisa eitt mál í sambandi við eitt átak, sum er fevnt av forhandarmetingini og sett í verk innan rímiliga tíð eftir, at forhandarmetingin er latin. Ein slík meting verður tí ikki gjørd, um støðutakanin kann skapa serligan iva, ella onnur serlig viðurskifti gera seg galdandi.
Eftir § 6 í marknaðarføringslógini, so er durasøla ikki fevnd av spammforboðnum, tí her er talan ikki um elektroniskt samskifti.
Men víst verður á løgtingslóg um vinnu, sum Skráseting Føroya umsitur. Her eru reglur um durasølu.
Hevur tú sum vinnurekandi av óvart sett skeivan prís í prentaða lýsing ella tilboðsavís, bindur skeivi prísurin teg ikki. Fortreytin er tó, at tú rættar feilin sum skjótast.
Setur tú av óvart skeivan prís á heimasíðuna, og heimasíðan bara virkar sum katalog ella tilboðslýsing, og vøran skal verða keypt á annan hátt, eru somu reglur galdandi sum omanfyri.
Ja. Eftir ásetingunum í marknaðarføringslógini metir Brúkaraumboðið ikki, at nakað er til hindurs fyri, at fyritøkur veita kundum sínum fyrimunir, m.a. við at bjóða teimum serprísir. Slíkir fyrimunir til kundar er lógligt eftir markanðarføringslógini, so leingi útveljingin er á einum sakligum grundarlagi.
Brúkaraumboðið metir eitt nú, at tað er á einum sakligum grundarlagi, og í tráð við góðan marknaðarføringssið, um fyrimunirnir verða bjóðaðir út til allar kundarnar hjá fyritøkuni.
Tað ber bert til, at brúka slíkar útsagnir, um tær kunnu skjalprógvast at vera sannar. Brúkaraumboðið mælir vinnurekandi til, at vera sera varin við at brúka slíkar útsagnir.
§ 3, stk. 3 í marknaðarføringslógini ásetur, at upplýsingar um verulig viðurskifti skulu, um neyðugt, verða skjalprógvaðar. Brúkaraumboðið kann tí krevja, at útsagnir og upplýsingar sum "Vit eru bíligast" ella "Vit eru grønast", verða skjalprógvaðar. Talan er um upplýsingar, sum í stóran mun kunnu mátast, og megnar tann vinnurekandi ikki at skjalprógva, at hann veruliga er bíligast ella grønast, so er talan um villleiðandi marknaðarføring sambært § 3, stk. 2 í marknaðarføringslógini.
Tó so er søluskvaldur eitt undantak til regluna í § 3, stk. 3 í marknaðarføringslógini. Hetta eru útsagnir, sum miðalbrúkarin gott kann gjøgnumskoða. Dømi um slíkar útsagnir eru "óslítandi skógvar" ella "vit baka bestu bollar í býnum". Her er talan um útsagnir, sum hvíla á eini subjektivari meting, og sum ikki reiðiliga kunnu mátast.