Vinnulig eyðkenni

Sambært § 18 í marknaðarføringslógini mugu vinnurekandi ikki nýta vinnulig eyðkenni og tílíkt hjá øðrum, ella nýta egin eyðkenni á ein hátt, sum kann elva til bland við eyðkenni hjá øðrum.

Ásetingin er ein heildartreyt, sum m.a. verjir eyðkenni, sum knýta seg at virkseminum hjá einstøkum vinnurekandi. Hetta kann m.a. vera vørumerki, firmanøvn o.a.

Brúkaraumboðið viðgerð ikki ofta mál av hesum slagi, men eru nøkur av málunum umrødd undir "mál og avgerðir". 

Sí málini her