Leiðreglur um marknaðarføring av prísi

  • 1.1 Endamál:

    Endamálini við leiðreglum um marknaðarføring av prísi eru lutvíst at tryggja brúkarum ímóti villleiðandi marknaðarføring og lutvíst at tryggja vinnurekandi greiðar og eins spælireglur.

    Harafturat eru endamálini:

    • At brúkarin skjótt og einfalt kann meta um ymisku tilboðini;
    • At tryggja, at málsviðgerðin hjá Brúkaraumboðnum verður eins í eins førum;
    • At  vegleiðingin verður hjálp hjá vinnurekandi til, hvussu marknaðarføringin kann leggjast til rættis í samsvari við lóg um marknaðarføring
  • 1.2 Brúk av leiðreglunum:

    Leiðreglurnar siga, hvussu Brúkaraumboðið umsitur marknaðarføringslógina, tá talan er um prísmarknaðarføring.

    Leiðreglurnar fevna ikki um øll viðurskifti. Eru viðurskifti, sum ikki eru lýst í hesum leiðreglum, eru reglurnar um góðan marknaðarføringssið framhaldandi galdandi smbrt. lógum landsins.

    Útgangsstøðið er, at leiðreglurnar eru galdandi innan øll vinnuøki. §§ 1 og 3 í lóg um marknaðarføring eru ikki galdandi fyri fíggjarøkið.

    Vinnurekandi kunnu til ætlað marknaðarføringsátøk biðja Brúkaraumboðið um at forhandarmeta ætlaða átakið. Eisini vegleiðir Brúkaraumboðið um, hvørji krøv eru galdandi annars.

  • 1.3 Heimild:

    Smbrt. § 23 í lóg um marknaðarføring skal Brúkaraumboðið royna at ávirka vinnurekandi við at gera og almannakunngera leiðreglur um marknaðarføring á økjum, sum hava stóran týdning, serliga fyri brúkaran.

    Serliga viðkomandi fyri marknaðarføring av prísi eru §§ 1, 3, 9 og 13 í lóg um marknaðarføring.

    § 1:   Tey, ið smbrt. § 2 eru umfatað av hesi lóg, skulu sýna góðan marknaðarføringssið við atliti til brúkaran, vinnurekandi og almenn samfelagsáhugamál.

    Stk. 2. Marknaðarføring, sum viðvíkur búskaparligu áhugamálunum hjá brúkarunum, skal ikki kunna nýtast til týðiliga at avlaga teirra búskaparligu atferð[1].

    § 3:   Tað er ikki loyvt at nýta skeivar upplýsingar ella leggja burturúr týðandi upplýsingar, um tær kunnu nýtast til týðiliga at avlaga búskaparligu atferðina hjá brúkarunum ella øðrum vinnurekandi á marknaðinum.

    Stk. 2. Marknaðarføring, sum vegna innihald, form ella framferðarhátt er villleiðandi, ágangandi ella ávirkar brúkarar ella vinnurekandi á óhóskandi hátt, og sum kann nýtast til týðiliga at avlaga búskaparligu atferð teirra, er ikki loyvd.

    Stk. 3. Upplýsingar um verulig viðurskifti skulu, um neyðugt, verða skjalprógvað.

    Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur fyri marknaðarføring, sum undir øllum umstøðum verður mett at vera órímilig í brúkaraviðurskiftum.

    § 9:   Eitt sølufremjandi tiltak skal marknaðarførast soleiðis, at tilboðstreytirnar eru greiðar og lætt atkomuligar hjá brúkarum. Eisini skal týðiliga upplýsast um virðið á møguligum eykaveitingum á tann hátt, at prísirnir á einstøku veitingunum verða upplýstir saman við samlaða tilboðsprísinum.

    Stk. 2. Tað skal vera møguligt at keypa einstøku vørurnar í tilboðnum hvør sær.

    Stk. 3. Útsøla ella onnur søla, har søluprísir eru lækkaðir, má bert fráboðast, um so er, at príslækkingin er verulig. Príslækkingin skal, um neyðugt, skjalprógvast.

    Stk. 4. Tá søluprísir eru lækkaðir, skal prísmerkingin týðiliga vísa tann upprunaliga prísin á vørunum.

    Stk. 5. Um ein vinnurekandi bjóðar eina vøru ella tænastu fyri ein ávísan prís, og tann vinnurekandi hevur rímiliga orsøk til at halda, at tað ikki ber til at bjóða tær nøgdirnar, sum verða eftirspurdar og eru rímiligar í mun til tað, sum bjóðað verður, og í mun til vavið á marknaðarføringini, skal tann vinnurekandi taka greitt fyrivarni fyri hesum í marknaðarføringini.

    § 13. Í sambandi við vinnuligt útboð av vørum til brúkarar, tó undantikið søla av vørum á uppboðssølu, skal við merking, skelting ella á annan hátt týðiliga upplýsast um samlaða prísin fyri vøruna, íroknað til dømis ómaksgjøld, útreiðslur, meirvirðisgjald, fløskupant og líknandi, umframt øll onnur avgjøld. Avgjøld ella útreiðslur, sum tann vinnurekandi ikki hevur skyldu til at krevja beinleiðis frá brúkaranum, eru ikki fevnd av 1. pkt., men skulu upplýsast fyri seg. Verða vørur bjóðaðar út elektroniskt til brúkaran við møguleika fyri at bíleggja, eru 1. og 2. pkt. eisini galdandi.

    Stk. 2. Stk. 1, 1. og 2. pkt. eru eisini galdandi í sambandi við vinnuliga sølu av tænastum til brúkarar á einum føstum handilsstaði, og tá tænastan verður bjóðað út elektroniskt til brúkararnar við møguleika fyri at bíleggja. Í førum, har tað ikki er møguligt at upplýsa samlaða prísin fyri tænastuna, skal kunnast um grundarlagið fyri at útrokna prísin, um hendan kunningin ger tað møguligt hjá brúkaranum sjálvum at rokna út endaliga prísin. Um tað vegna mongdina av útbodnum tænastum ikki er møguligt at lata prís ella útrokningargrundarlag fyri tær allar, skal prísurin ella útrokningargrundarlagið fyri eitt viðkomandi og umboðandi úrval av tænastunum upplýsast.

    Stk. 3. Tá kunnað verður um prísir á vørum og tænastum í sølulýsingum, ella aðrari marknaðarføring, skulu upplýsingarnar lúka treytirnar í stk. 1 ella 2, § 14, umframt í reglum gjørdar við heimild í stk. 6. Um ein framleiðari, innflytari ella heilsøla í lýsingum ella á annan hátt skjýtur upp ein prís til víðarisølu til brúkararnar, skal greidliga tilskilast, at prísurin er vegleiðandi. 1. pkt. er eisini galdandi í sambandi við munnligar prísupplýsingar.

    Stk. 4. Tá ein tænasta er gjørd eftir rokning, skal brúkarin, um hann biður um tað, fáa eina útgreinaða rokning, sum gevur honum møguleika at kanna prísin á teimum vørum og tænastum, sum tænastuveitingin fevnir um.

    Stk. 5. Eitt ómaksgjald er ein upphædd, sum verður goldin fyri eina serliga tænastu, funksjón ella veiting, sum er knýtt at keypinum av eini vøru ella tænastu, og sum ikki verður rindað fyri eina sjálvstøðuga veiting.

    Stk. 6. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um

    1. serreglur og undantøk frá stk. 1-4, herundir reglur um upplýsingar í sambandi við kreditt,
    2. framferðarháttin í sambandi við fráboðan av prísupplýsingum og um avmarking í mongdini av upplýsingum, ið verða latnar,
    3. at á sama hátt, sum eftir stk. 1, skal upplýsast um prísin fyri vøruna fyri hvørja mátieind og um nýtslu av mátieind fyri einstakar vørubólkar, og
    4. at liðugtpakkaðar smásøluvørur skulu hava upplýsingar um nettomongd.

  • 1.4 Órímilig marknaðarføring:

    Í lógarbroyting av marknaðarføringslógini í 2011 (Løgtingsmál 151/2010: uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um marknaðarføring) er í skjali 3 til uppskotið nevnd marknaðarføring, sum undir øllum umstøðum verður mett at vera órímilig.

    Serliga viðkomandi fyri marknaðarføring av prísi eru:

    5) At hin vinnurekandi mælir til at keypa vørur til ein ávísan prís uttan at vísa á, at tað kunnu vera rímiligar orsøkir at halda, at hann ikki vil vera førur fyri at veita ella at fáa annan vinnurekandi at veita viðkomandi vørur ella samsvarandi vørur til sama prís innan eitt tíðarskeið og í einari nøgd, sum er rímilig í mun til vøruna, tær lýsingar, sum eru gjørdar fyri vøruna og prísin, sum víst er á (bait advertising);

    7) At tað, hóast tað ikki er rætt, verður ført fram, at vøran einans vil vera tøk í einum sera avmarkaðum tíðarskeiði, ella einans vil vera tøk til ávísar treytir í einum sera avmarkaðum tíðarskeiði, fyri at fáa eina avgerð tikna beinanvegin og frátaka brúkaranum nøktandi møguleika fyri ella tíð til at taka avgerð á fullfíggjaðum grundarlagi;

    15) At hildið verður uppá, at virksemið hjá tí vinnurekandi fer at halda uppat ella verða flutt til onnur høli, hóast hetta ikki er rætt;

    20) Ein vøra verður nevnd “ókeypis”, “uttan gjald” ella líknandi, hóast brúkarin skal gjalda annað enn útreiðslur, sum ikki slepst undan við at svara uppá viðkomandi handilssiðvenju, umframt at avheinta ella gjalda fyri veiting av vøruni;

  • 2.1 Útgangsstøði:

    Útgangsstøðið er, at prísir skulu vera rættir, greiðir og fullfíggjaðir.

    Fullfíggjaður prísur:

    Prísurin, ið verður upplýstur, tá vøra ella tænasta verða seld, skal altíð vera fullfíggjaður. Neyðugt skal ikki vera hjá brúkara at gera nakra útrokning fyri at finna endaliga prísin fyri eina vøru/tænastu.

  • 2.2 Miðalbrúkari:

    Mett verður um marknaðarføringina út frá, hvussu ein vanliga upplýstur og rímiliga ansin miðalbrúkari fatar marknaðarføringina. Dentur verður lagdur á beinleiðis fatanina.

  • 2.3 Hvussu skulu upplýsingar um prís gevast:

    Í allari marknaðarføring av prísi skal upplýsast fullfíggjaður prísur. Um upplýst verður um annan kostnað, skal fullfíggjaði prísurin upplýsast minst líka væl, her verður hugsað um bæði stødd á skrift, lit, hvar í marknaðarføringini upplýsingarnar verða settar, ljóð, myndir, um ymisku prísupplýsingarnar vísast samstundis, hvussu leingi prísupplýsingar verða vístar o.s.fr.

    Samsvar skal vera í millum ta vøru/tænastu, ið verður víst fram og prísin í lýsingini. Um víst verður eykatilhoyr og annað, skal týðiliga upplýsast, at eykatilhoyrið ikki er við í upplýsta prísinum.

    Um víst verða prísdømi í marknaðarføringini, skulu hesi vera umboðandi vanligu sparingina. Marknaðarføringin kann skjótt verða villleiðandi, um upplýst verður um sparing, ið fáir brúkarar fáa lut í.

  • 2.4 Skjalprógv:

    Upplýsingar í marknaðarføringini skulu kunna skjalprógvast. Skjalprógvið skal fyriliggja, tá marknaðarføringin byrjar.

  • 3.1 Marknaðarføring av søluátøkum, Generelt:

    Útsagnir í marknaðarføringini eru útgangsstøðið fyri metingina av marknaðarføringini.  Útsagnir sum t.d “tilboð”, “útsøla”, “bert kr.”, “nú kr.”, “-xx %”, “avsláttur” viljað verða mett sum søluátøk, har vøran/tænastan er niðursett í mun til, hvat hon vanliga verður seld fyri.

    Tá lýst verður við niðursettum prísi, skal prísurin verða niðursettur í mun til egnan prís. Vinnurekandi skulu kunna skjalprógva at hava havt eina ávísa sølu av vøruni/tænastuni í einum tíðarskeiði, á minst seks vikur, beint undan søluátakinum. Tá talan er um gerandisvørur, er tíðarskeiðið minst fýra vikur.

    Krøvini til, hvussu nógv eintøk skulu vera seld fyri at staðfesta ein áðurprís, eru ymisk, alt eftir hvør vøra ella tænasta talan er um. Um talan er um eina vøru ella tænastu, ið hevur høgan umsetning, krevst ein ávís søla, áðrenn talan kann vera um staðfestan fyrrprís.

    Útgangsstøðið er, at prísurin á vøruni/tænastuni, áðrenn tíðarskeiðið á seks vikur/fýra vikur, ikki skal roknast við í søluna fyri at staðfesta ein prís.

    Um prísurin í seks viku/ fýra viku tíðarskeiðnum er ymiskur, kann bert samanberast við lægsta prísin í tíðarskeiðinum.

    Prísurin kann bara marknaðarførast í eitt styttri tíðarskeið. Styttri tíðarskeið er tvær vikur og fyri gerandisvørur og árstíðarbundnar vørur 1 vika. Um omanfyri nevndu reglur ikki vera hildnar, verður niðursetti prísurin at síggja sum nýggjur normalprísur.

    Gerandisvørur eru at skilja smbrt. forbrúkaralógini § 10, stk. 3, nr. 2 “levnedsmidler og andre varer til forbrug i husholdningen[2]”.

    Árstíðarbundin vøra er at skilja sum, at vøran verður seld í eitt avmarkað tíðarskeið í einum ári, og orsøkin til hetta er nýtslueginleikin hjá vøruni, og hvussu vøran sær út. Hugtakið verður tulkað smalt. Sum dømi um vøru, ið er árstíðarbundin, kann nevnast jólapynt, føstulávintsklæðir o.l.

    Sum dømi um vøru, ið ikki eru at meta sum árstíðarbundin, eru skúlataskur o.l.

    Í allari marknaðarføring skal týðiliga gerast munur á vørum, ið verða seldar fyri niðursettan prís og vørur, ið verða seldar fyri vanligan prís.

  • 3.2 Avmarkað nøgd:

    Tað er villleiðandi at marknaðarføra vørur ella tænastur, ið ein ikki hevur til sølu. Um talan bert er um fá eintøk til sølu ella royndirnar vísa, at tilboðið er so mikið gott, at væntast kann, at útselt verður skjótt ella beinanvegin, skal takast fyrivarni um avmarkaða nøgd.

    Í metingini av, um tann vinnurekandi skal taka fyrivarni um avmarkað nøgd, skal dentur leggjast á, hvat slag talan er um, góðsku og prís samanhildið við, hvussu væl søluátakið er lýst.

    Fyrivarnið skal standa saman við tilboðnum. Fyrivarni kunnu vera t.d. “so leingi, sum vøran er á goymslu” og “ avmarkað nøgd”.

    Um nøgdin er sera avmarkað, skal lýsast, hvussu nógv eintøk verða sett til sølu. Vanliga verður undir 10 stk. mett sum sera avmarkað.

    Um avmarkingar eru í, hvussu nógv, hvør einstakur kann keypa, skal upplýsast í marknaðarføringini um avmarkingina.

    Um marknaðarátakið er galdandi fyri fleiri handlar, er útgangsstøðið, at vøran/tænastan er at finna í øllum handlum/frá teimum veitarum, annars skal týðiliga upplýsast í marknaðarføringini um, hvørjir handlar ikki hava vøruna/tænastuna.

  • 3.3 Byrjunartilboð:

    Tá lýst verður við byrjunartilboði, byrjunaravsláttri ella líknandi, skal handilin ikki hava havt vøruna til sølu áður.

    Upplýsast skal um sparingina í mun til, hvat vøran væntandi verður seld fyri. Eisini skal upplýsast til hvønn prís, vøran væntandi verður seld fyri.

    Tað skal greitt framganga av søluátakinum, at talan er um eitt byrjunartilboð. Sí undir pkt. 3.1 um, hvussu longi møguligt er at hava eitt tilboð.

  • 3.4 Samanbering av prísi:

    Tá samanborið verður við prís, skal upplýsast, um talan t.d. er um egnan upprunaprís ella prísir hjá kappingarneytum.

    Samanberast kann bert við prís, ið vøran veruliga verður seld fyri á marknaðinum. Ikki er loyvt at samanbera við miðalprís.

  • 3.5 Samanbering við kappingarneytar:

    Marknaðarføring, ið vísir til kappingarneytar – bæði beinleiðis og óbeinleiðis – skal ikki vera villleiðandi og skal altíð vera í samsvar við § 5 í lóg um marknaðarføring.

  • 3.6 Prískríggj:

    Tá talan er um prískríggj, verður meint við, at ein ella fleiri av kappingarneytunum hjá tí vinnurekandi seta prísirnar óvanliga niður, og neyðugt er hjá tí vinnurekandi av kappingaráðum at seta prísirnar niður.

    Um vanligi prísurin, ið verður lýstur, ikki hevur verið galdandi í eitt tíðarskeið á minst seks vikur, gerandisvørur minst fýra vikur, orsakað av prískríggi, er ikki talan um villleiðandi marknaðarføring, um tann vinnurekandi kann skjalprógva, at einasta orsøkin til, at vanligi prísurin ikki hevur verið galdandi í einum tíðarskeiði á seks ella fýra vikur, alt eftir hvør vøra talan er um, er prískríggj.

    Próvbyrðan av, at talan er um prískríggj, er hjá tí vinnurekandi.

    Í metingini av, um próvbyrðan er lyft, verður atlit tikið til, um neyðugt hevur verið hjá tí vinnurekandi at seta prísin niður millum bílegging av lýsingini, og tá tilboðið kemur í gildi.

  • 4.1 Bíligast: Prísgaranti og aðrar sølufremjandi útsagnir

    Um útsagnir, um at vera bíligast ella hava lægsta prís e.l., skulu fatast sum at vera bíligast á marknaðinum, er ein ítøkilig meting. Slíkar útsagnir kunnu ikki brúkast, uttan víst verður á, hvønn part av marknaðinum talan er um.

    Slíkar útsagnir skulu kunnu skjalprógvast. Neyðugt er, at sama ella líknandi vøra veruliga verða seldar á marknaðinum.

    Vinnurekandi eiga regluliga at kanna prísirnar á marknaðinum og dagføra sínar prísir, um so er, at lægri prísir eru á marknaðinum.

  • 4.2 Almennar útsagnir um at vera bíligast:

    Um vinnurekandi marknaðarføra seg við at vera bílig ella á annan hátt geva ta fatan, at viðkomandi hevur serliga lágar prísir, skal tann vinnurekandi kunna skjalprógva, at prísirnir hjá viðkomandi generelt liggja á einum lægri støði í mun til tann lut av marknaðinum, ið er viðkomandi at samanbera við.

    Í metingini av um talan er um generelt lægri prísir enn annars á marknaðinum, verður tikið við, um útsøgnin verður brúkt yvir tíð.

  • 4.3 Prísgaranti/prístrygd:

    Tá útsøgnin prísgaranti ella líknandi útsagnir verða brúktar, gevur hetta ta fatan, at prísurin hjá viðkomandi, ið marknaðarførir við útsøgnini, er lægri enn hjá kappingarneytunum. Brúk av tílíkum útsagnum eru trygd hjá brúkaranum fyri, at vøran/tænastan er bíligari enn hjá kappingarneytum.

    Neyðugt er, at útsøgnin kann skjalprógvast.

    Um avmarkingar eru í prísgarantinum, skal upplýsast um hetta í marknaðarføringini. Hetta kann t.d. vera avmarkað tíðarskeið ella avmarkað øki. Um avmarkingarnar eru so víttfevnandi, at talan ikki veruliga er um prísgaranti, kann útsøgnin, prísgarantið ella prístrygd ikki brúkast.

    Krøvini, til brúkaran at fáa prísgarantiið, eiga ikki at vera høg. Tað eigur at vera nóg mikið, um brúkarin vísir til lýsingar. Neyðug tíð eigur at vera hjá brúkaranum at seta fram krøv smbrt. lyftinum um prísgaranti.

    Um ein brúkari ger prísgarantið galdandi, skal tann vinnurekandi samstundis sum prísgarantiið verður latið, seta prísin niður um tann lægra prísin. Vinnurekandi, ið marknaðarføra við prísgaranti, skulu stremba eftir at hava lægsta prís á marknaðinum.

  • 4.4 Útsagnir “ókeypis” o.l.:

    Ókeypis, gratis, uttan kostnað og líknandi útsagnir kunnu ikki brúkast í marknaðarføringini, um tað ikki týðiliga sæst, at hetta er treytað av keypi av aðrari vøru/tænastu.

  • 4.5 Økonomipakki:

    Økonomipakki ella líknandi útsagnir kunnu einans brúkast, um vøran verður bjóðað brúkaranum til ein lægri eindarkostnað enn rindast skal fyri vøruna í vanligum pakningi.

  • 4.6 Samstarvsketur:

    Um fleiri sjálvstøðugir handlar eru, ið samstarva um marknaðarføring, er talan um samstarvsketur.

    Um týðandi munur er á prísunum í einstøku handlunum, er neyðugt at marknaðarføringin gevur eina rætta mynd av sparingunum t.d. “spar 80-120 kr.”, “spar minst” ella “spar upp til”.

    Upprunaligi prísurin á vøruni skal upplýsast í einstøku handlunum.

    Um marknaðarført verður við einum “spar upp til” hugtakið, skal brúkarin í minsta lagi í helvtini av handlunum fáa eina sparing, ið ikki víkir munandi frá tí, sum í mesta lagi kann sparast.